Forsíða Nýtt Framsýningar Søga Keraldið Login

Keraldið

Fornminnisfelagið FORNI hevur givið eitt blað út sum kallast Keraldið. Tað kemur út eina ferð um árið, ca. 1sta desember. Her eitt yvirlit yvir bløðini og nakað av innihaldinum:

Keraldið Nr 1 - 1995

Á Fløtunum í Lamba, hetta er ættargrein um Fløtafólkið sum Maria Jacobsen hevur skrivað.
Heiðadoktari, hetta er grein um Einar Djuruus, sum var lækni í Heiðunum í ca. 40 ár.
Torvarbeiði, hetta er frásøgn eftir Olaf Davidsen, um torvarbeiði í Æðuvík.
Handil í 109 ár (1995) Hetta er Sólrun Lómstein á Toftum, sum sigur frá handilsvirkseminum hjá feðgunum báðum, Marius og Petur Skaale.

Keraldið Nr 2 - 1996

Saltangará 150 ár. (1996) Hetta er stór grein um Saltangará, sum var 150 ár hetta árið. M.J. skrivað
Útróður á Norðhavinum fyri 100 árum síðani. Hetta er grein sum Karl Jóhan Hansen hevur skrivað.
Uppistova á Skála. Ættarfrásøgn eftir Petur Martin Rasmussen.
Nøkur orð um Elsu Sannu á Bakka. Edith í Jákupsstovu skrivar.

Keraldið Nr 3 - 1997

Glyvra kirkja 70 ár. (1997) Frásøgn um byggingina, lutirnar inni í kirkjuni, kirkjutænarar og vígsluna.
Æðuvík 1897-1997. Hetta er eitt hundrað ára minni.
Ein farin tíð. Hetta er frásøgn frá Elsu Johannesen, Saltangará, sum arbeiddi í fleiri ár í køkinum á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, og er tað hesum hon sigur frá.
Hans Petur Weihe á Sandinum í Søldarfirði. Tað er Max Weihe sum sigur frá ætt, lívsleið og handilsvirki hansara.

Keraldið Nr 4 - 1999

Søldarfjørður, fyrri partur. Hetta er ættarsøga sum Maria Jacobsen hevur skrivað.
Staðanøvn í Søldarfirði. Frásøgn eftir Joen Jacob Olsen í Ovaragerði í Søldarfirði.
Hjá Mouritsi og Louisu. Grein hjá Jóannes Niclassen, har hann fortelur um virksemi hjá pápanum m.a.
Norðskáli. Carl Weihe fortelu um aldargomlu bygdina.
Vandasigling. Hesa grein hevur Max C. Weihe skrivað um vandaferðir undir seinna heimsbardaga, við "Morning Star", Elsu" og "Gunhild". Hetta er gjørt við samrøðum við Selatraðs-brøðurnar, Óla og Carl á Trøðni.

Keraldið Nr 5 - 2000

1. Søldarfjørður 2 partur. Ættarsøga, M.J. skrivaði.
Ziska-ættin í Føroyum. Hetta er ættargrein sum Freydis Poulsen hevur skrivað.
Hús og fólk í Saltnesi. Ættarsøga sum Thorleif Hansen hevur skrivað.
Dópsferðin hjá Els-Mariu í Vík. Karin Kastalag hevur skrivað um truplu dópsferðina hjá hesi gentuni.

Keraldið Nr 6 - 2001

Brot úr Lamba søgu. Hilmar Kass skrivaði um ættarbond í Lamba, heilt frá Jón løgmanni f. 1541. Bátar og neyst í Lamba. Karl Johan Hansen sigur frá teimum bátum og neystum sum hann mintist. Bóndahúsið á Regni – Heyggi á Toftum. Ættarsøga hjá Thorleif Hansen. Conrad Nicolajsen 1842 – 1916. Maria Jacobsen hevur skrivað um havnamannin, sum gekk við posti úr Havn og norður til Viðareiðis.

Keraldið Nr 7 - 2002

Prestarnir á Nesi. Thorleif Hansen hevur skrivað.
Uppi í Toftum í Søldarfirði. Ættarsøga, Maria Jacobsen hevur skrivað.
Staðanøvn í Gøtuseyð. Tað var Petur Georg Poulsen, sum sjálvur hevði verið røktingarmaður í meira enn tveir mansaldrar, sum skrivaði hetta.
Einbýli í stórthundrað ár. Tað er Jóan Karl Djurhuus sum sigur frá niðursetufólkunum á Lambareiði.

Keraldið Nr 8 - 2003

Rituvík 130 ár. Ein minnisgrein, M.J. skrivaði.
Byrgishúsið. Ein ættarfrásøgn, M.J. skrivaði.
Útistova á Toftum. Ein ættarfrásøgn. Thorleif Hansen skrivaði.
Konur í Lamba. Edith í Jákupsstovu sigur frá teimum gomlu konunum í Lamba sum hon minnist.

Keraldið Nr 9 - 2005

Glyvrar – Heimistova. Ættarsøga, M.J. skrivaði.
Í Niðaragerði í Søldarfirði. Ættarsøga, M.J. skrivaði.
Hákunnarstova á Toftum. Ættarsøga, Thorleif hansen skrivaði.
Brúdleypið í Lamba. Jákup Hansen – Kinna-Jákup - sigur frá brúdleypinum hjá bóndahjúnunum í Bønhúsmørk í 1893.

Keraldið Nr 10 - 2007

Norska Løva. Fyrilestur sum Magnus Rasmussen helt um Norsku Løvu, sum strandaði á Lambavík fyri 300 árum síðani.
Søgubrot úr Norðragøtu. Óli Jacobsen skrivar søguligar hugleiðingar úr Norðragøtu.
Niðristova á Glyvrum. Ættarsøga, M.J. skrivaði.
Í Tøðu á Toftum. Ættarsøga, Thorleif Hansen skrivaði.

Keraldið Nr 11 - 2008

Búsetingin á Skipanesi. Zacharias Zachariassen og Hendrik Jacobsen siga frá.
Norðistova – á Vollanum. Ættarsøga, M.J. skrivaði.
Í Leigustovu á Toftum. Ættarsøga, Thorleif Hansen skrivaði.
í Berlin undir krígnum. Kiston Andreassen sigur frá tíðini tá hon var í Berlin.

Keraldið Nr 12 - 2011

Kálvhúsið á Glyvrum. Ættarsøga, M.J. skrivaði.
Flyddi úr Týsklandi. Erwin Wichmann sigur frá hvussu han flyddi til Danmarkar, Erwin hevði føroyska konu.
Símun Højgaard. Jóannes Niclassen sigur frá Símun í Rituvík og lívsleið hansara.
Gerðis-Jákup. Hetta er ein frásøgn frá Gerðis-Jákup sjálvum, sum hann segði frá í Útvarpið Føroya.

Keraldið Nr 13 - 2012

D. P. Højgaard. Hetta er frásøgn um virkið hjá D. P. Højgaard og Lynfrost.
Úti í Gerði. Hetta er ættarsøga, M.J. skrivaði.
Símun uttan fyri Garðar. Ólavur Clementsen hevur skrivað um Glyvramannin sum búsettist í Hoyvík.
Magnus Magnussen (1813-1894) M.J. skrivaði um Magnus í Horni á Skála og ætt hansara.

Keraldið Nr 14 - 2013

Í Beitinum. Ættarsøga um Beitishúsið á Glyvrum. M.J. skrivaði.
Dánjal J. Danielsen. Grein sum Max C. Weihe hevur skrivað um sýslumansstarvið og lívsleið hansara.
Hans Pauli Olsen við Gøtugjógv. Ættarsøga, skrivað hevur M.J.
Kæreste datter. Hetta eru brøv sum Inga Weihe fekk frá foleldrunum í Bønhúsmørk í 1920unum. Hans Erik Hansen gjørt greinina.

Keraldið Nr 15 - 2014

Við Stein. Ættarsøga hjá Steinahúsinum á Glyvrum. M.J. skrivaði.
Barnaheimið. Jóhannes Jakobsen skrivar um ættina og lívið hjá foreldrum hansara, Nicolinu og Amaliel Jacobsen í Norðragøtu.
Á Sandinum. Hetta er frásøgn um húsið heimi á Sandi, har Anna og Hans Petur Weihe búðu. M.J. skrivaði.
Á Langanesi. Ættarsøga um Langaneshúsið á Glyvrum.
Unikke billeder. Hanna Hansen og Steffen Stumann Hansen skriva um: Fra fotografiens barndom, fundet på Kunoy.

Keraldið Nr 16 - 2015

Søgan hjá Margrethu. Óli Jacobsen sigur frá Annu Margrethu Djurhuus. Sjálv skrivaði Livserindringer, og tað eru søgur haðani, Óli sigur frá. Gretha var gift við Chr. Djurhuus løgmanni, men hon var ættað úr Heiðunum.
Jóhan í Garði. Eitt sindur um ættina hjá Johan í Garði. M.J. skrivaði.
Maðurin úr Norðadali. Hans Erik Hansen skrivar um ein bónda í Norðadali sum fór til Skálar.
Fyrst formaðurin greiðir frá um N. S. Í. Tað er Jóannes Hansen ið skrivar og Niklas Foldbo ið greiðir frá.
Jacob Hansens hús á Reynagarði. Tað er Finnur Johansen sum hevur skrivað um hetta húsið.

Keraldið Nr 17 - 2017

Søldarfjørður í tríatiárunum. Maria Jacobsen hevur skrivað.
Krígstíðin í Søldarfirði. Olaf Olsen hevur skrivað.
Á Sýnini, Hjá Venzeli og í Hvalsinsrætt, tríggjar ættargreinar, M.J. skrivaði.
Maria á Sýnini sigur frá sínum barna og ungdómsárum.
Søgan hjá Berøa. Poul Jóhan Djurhuus skrivaði.
Ein Noregsferð við "Frem" í 1910. Janus Mohr skrivaði.

Keraldið Nr 18 - 2018

Systrarnar av Oyrareingjum. Tað búðu tvær systrar av Oyrareingjum her, onnur á Glyvrum og onnur í Heiðunum. Maria Jacobsen hevur skrivað.
Missiónshúsið á Glyvrum.
Mjólkabátarnar. Til mentunarvikuna hjá Runavíkar Kommunu í summar, gjørdi Bygdasavnið Forni eina framsýning um Mjólkabátarnar, sum hekk úti á havnarskrivustovuni. Her settu vit ein part av framsýningini í blaðið.